48 deyð seinasta samdøgrið í Gazageiranum

Kríggið heldur fram, at framvegis hevur Hamas ikki leyslatið gíslarnar, sum yvirgangsfelagsskapurin framvegis hevur sitandi

48 fólk eru deyð og 201 eru særd í nýggjum ísraelskum álopum í Gazageiranum seinasta samdøgrið.

 

Tað siga heilsumyndugleikarnir í Gaza, sum eru undir Hamas-leiðslu.

 

Higartil eru 44.580 palestinar deyðir og 105.739 fólk eru særd í 426 dagar langa krígum í Gazageiranum.

 

Hetta svarar til, siga Hamas-myndugleikarnir, at 105 fólk eru deyð og 248 eru særd hvønn dag, síðan kríggið brast á.

 

Sambært heilsumyndugleikunum í Gazageiranum eru meira enn helvtin av teimum deyðu og løstaðu kvinnur og børn.

 

Tíðindastovan NTB sigur, at upplýsingarnir um deyð og særd ikki eru váttaðar av óheftum keldum.

 

Men, ST og aðrir hjálparfelagsskapir halda, at tølini eru á góðari leið.

 

Kríggið í Gazageiranum heldur fram.

 

Og framvegis hevur Hamas ikki leyslatið gíslarnar, sum yvirgangsfelagsskapurin framvegis hevur sitandi.

 

Ísrael gjørdi innrás í Gazageiran eftir Hamas-álopið hin 7. oktober í fjør, har nógv ósek vórðu dripin, og onnur vórðu tikin til gísla.