Mangla 53 serlæknar og 10 kommunulæknar í Føroyum

Ein arbeiðsbólkur hevur mett um tørvin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum

Tørvur er á at seta munandi fleiri serlæknar í Sjúkrahúsverkinum og kommunulæknar komandi árini

 

Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk at gera eitt tilmæli um, hvussu nógvir serlæknar skulu vera á hvørjum øki í sjúkrahúsverkinum og  kommunulæknaskipanini og um, hvørji serlæknaøki skulu mennast í heilsuverkinum .Tilmælið er nú liðugt og varð handað landsstýriskvinnuni síðst í juni.

 

Í tilmælinum verður mett, at tørvur er á 53 serlæknastørvum afturat í sjúkrahúsverkinum og 10 kommunulæknastørvum afturat. Tað er eisini so, at nøkur av størvunum, sum eru í heilsuverkinum í dag, eru mannaði við avloysarum. Hetta merkir, at tørvur er á fleiri enn 53 serlæknum í sjúkrahúsunum og fleiri enn 10 kommunulæknum afturat í føstum størvum.

 

Heilsumálaráðið sigur í tíðindaskrivinum, at "tað finst ongin skjót og løtt loysn at nøkta allan serlæknatørvin – serliga ikki á sjúkrahúsøkinum. Fleiri kommunulæknar verða útbúnir í føroysku skipanini komandi árini. Tað fer at bøta um tørvin í kommunulæknaskipanini. Á sjúkrahúsøkinum fara at ganga nøkur ár, áðrenn munandi fleiri serlæknar verða útbúnir."

 

Ráðið vísir á, at nógvir føroyingar eru undir læknaútbúgving, so útlitini eru betur í árunum sum koma, og at arbeiði at gera sjúkrahúsverkið til universitetssjúkrahús kann gera møguleikarnar enn betri.

 

Heilsumálaráðið fer nú at viðgera tilmælið um serlæknamanningina í heilsuverkinum og um serlæknaætlanin samsvarar við aðrar ætlanir, sum arbeitt verður við.

 

Tilmælið hjá arbeiðsbólkinum kann lesast her.