Hevur málað í 14 ár: – Eg keddi meg og prøvaði bara

Framsýning við Martin Øster (M-art-IN) er í Smiðjuni í Lítluvík.

Í dag lat nýggj framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Tað er tvøramaðurin Martin Øster, sum sýnir fram.

 

– Eg byrjaði at mála í 2010. Eg keddi meg eitt sindur, so eg hugsaði at prøva at mála sum frítíðarítriv, fortelur Martin Øster, sum til dagligt arbeiðir sum pedellur í skúlanum í Trongisvági.

 

– Ella faktiskt byrjaði tað soleiðis, at eg ætlaði at keypa ein málning, men tann, sum eg skuldi keypa málningin frá, hann doyði. So fór eg bara at prøva sjálvur. Málaði tað sama motivið, sigur hann.

 

Martin Øster brúkar nógv av sínari frítíð uppá at mála.

 

– Eg máli mest landslagsmyndir. Abstrakt dámar mær ikki, so tað máli eg ikki.

 

– Tey flestu motivini eru av støðum í Suðuroynni. Eg havi gjørt okkurt annað eisini, til dømis úr Tjørnuvík, Tindhólmi og okkurt úr Havn, sigur hann.

 

##med2##

 

Summi kenna kanska málningarnar frá Smyrli. Har hava málningar hjá Martin Øster hingið fleiri ferðir.

 

– Tey flestu halda, at málningarnir hanga har fast, men teir eru í roynd og veru til sølu. Onkur hevur spurt meg, tá eg havi tikið teir niður "Ha? Eru teir til sølu?", og tá hava teir hingið har í tríggjar mánaðir, flennir Martin, sum tó eisini hevur selt nakrar málningar umborð á Smyrli.

 

##med3##

 

Framsýningin er opin í dag til og við týsdagin.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##