Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, 85 ára gamla, Gro Harlem Brundtland, heitir nú á býráðið í Oslo um at geva sær farloyvi.
Sambært norska kringvarpinum, NRK, hevur hon biðið um farloyvi av heilsuligum ávum.
Gro Harlem Brundtland varð vald í býráðið í Oslo á norska kommunuvalinum í fjør. Í summar doyði maður hennara, Arne Olav Brundtland, 87 ára gamal.
Býarstjórin í Oslo, Lars Arne Ryssdal, sigur, at umsóknin hjá Gro Harlem Brundtland uppfyllir krøvini, og hann mælir tískil til, at hon verður gingin á møti.
Gro Harlem Brundtland, sum bæði er útbúgvin lækni og arbeiddi sum lækni fyri sína tíð í norska stórtinginum, var í fleiri ár eisini norskur forsætisráðharri.
Hon var lækni í Oslo árini frá 1965, til hon í 1974 gjørdist norskur umhvørvismálaráðharri.
Fyrst var hon forsætisráðharri í átta mánaðar í 1981, síðan árini 1986 til 1989 og so aftur árini 1990 til 1996.
Gro Harlem Brundtland var leiðari í norska Arbeiðaraflokkinum øll árini frá 1981 til 1992 og stórtingslimur í langa tíðarskeiðnum árini 1977 til 1997.