Listamálarin, Absalon Absalonsen, letur nú upp eina nýggja framsýning við sínum listaverkum.
Framsýningin verður í Williamsstovu í Niels Finsensgøtu 16 í Havn, og hon letur upp hósdagin 12. desember klokkan 10.
Opið verður frá 12. desember til og við týsdagin 17. desember - undantikið sunnudagin, 15. desember, tá tað er stongt.
Framsýningin í Williamsstovu verður opin allar gerandisdagar frá klokkan 10 til 18.
Absalon Absalonsen er kendur fyri at mála náttúrumyndir - av bygdum, bygdaløgum og landsløgum kring um í føroysku náttúruni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##