Í minsta lagi 11 fólk eru deyð í einum skottilburði í einum skúla í Örebro.
Tað upplýsir svenska løgreglan á heimasíðu síni, sambært svensku tíðindastovuni TT.
Á tíðindafundi í kvøld varð kunngjørt, at "umleið 10 fólk" vóru deyð í skottilburðinum.
- Orsøkin til, at vit ikki kunnu nágreina meira í løtuni, er, at umfangið av skaðunum er so stórt, segði løgregluovastin á staðnum, Roberto Eid Forest, á tíðindafundinum, sambært svensku tíðindastovuni TT.
Samlaða talið av særdum er ókent, og løgreglan kann ikki geva nakrar upplýsingar um støðuna hjá teimum.
Tann, sum er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina, er ikki kendur av løgregluni , verður sagt, og hann verður ikki hildin at hava banda-sambond.
Í løtuni er eingin illgruni um, at talan er um yvirgangsatsókn, stendur í fráboðanini. Løgreglan arbeiðir framvegis við at eyðmerkja tann deyða.
Løgreglan væntar ikki fleiri álop, og hildið verður, at gerningsmaðurin er millum tey deyðu.
- Vit meta framvegis, at vit hava fremsta gerningsmannin, hóast vit ikki kunnu útiloka, at fleiri fólk eru við tilknýti, sigur løgreglan.
Ein maður um 35 ára aldur er eyðmerktur sum gerningsmaðurin, skrivar TV4 Nyheterna, sum hevur upplýsingar um, at maðurin hevur vápnaprógv og ikki hevur verið dømdur frammanundan. Tað er tó ikki alment staðfest.
Tað var um hálvgum tólv tíðina, at fráboðan um skottilburð á skúlanum kom inn.
Seinnapartin var stór óvissa um støðuna við fráboðanum um fleiri deyðsføll í svenskum miðlum, meðan løgreglan ikki vildi siga nakað um fráboðanir um deyðsføll.
Útbúgvingarstovnurin eitur Campus Risbergska og er ein vaksnamanna- og ungdómsskúli, sum bjóðar lærugreinar á bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlastigi.
- Tað er ein sera pínufullur dagur fyri alt Svøríki, segði svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, fyrr í gjár í skrivligari viðmerking til TT.
Örebro er ein miðalstórur svenskur býur nakrar hundrað kilometrar vestan fyri Stokkhólm. Næstan 130.000 fólk búgva í býnum.
Svenska løgreglan skrivaði í eini dagføring, at næmingar og lærarar á fleiri øðrum skúlum vóru bidnir um at halda seg inni í skúlanum, tí óttin var fyri fleiri álopum. Tann óttin var ikki longur týskvøldið, og tí eru øll farin av skúlunum.
/Ritzau/