Í gjáramorgunin klokkan 7:10 fekk løgreglan fráboðan um tvey innbrot í Havn. Annar var í matstovuni Haps í Klubbanum í Havn og hitt var í matstovuni Etika. Í báðum førum vóru pengar og rúsdrekka stolin.
Vakmyndatól vóru á støðunum, og løgreglan hevði tí góð spor at ganga eftir.
– Vit fingu skjótt ein mistanka um, hvørji tey vóru, sum framdu innbrotið, og út á seinnapartin vórðu tey bæði handtikin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Bæði fólki eru enn í varðhaldi hjá løgregluni. Annar teirra er avhoyrdur og hevur viðgingið, hin er ikki avhoyrdur enn, tí, sum løgreglan sigur, har var »rúsdrekka uppií«. Viðkomandi verður avhoyrdur í dag.
Í nátt hevur løgreglan havt nakað at gjørt, nógv ungfólk, sum hava verið full, sum løgreglan hevur hjálpt heim, í summum førum at koyra tey heim og í øðrum førum við at fáa familju ella vinar at koyra tey heim.
Stutt fyri klokkan trý í nátt steðgaði løgreglan einum bili í Kollfjarðadali, har førarin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Í morgun var eitt lítið óhapp á Vegnum Langa í Hoyvík, har ein bilur hevði koyrt á eina oyggj á vegnum og rakt eitt skelti. Har var rúsdrekka ikki uppií, sigur løgreglan.