Afturgongd í bilasøluni í Føroyum

Enn ein uppgerð frá Akstovuni vísir, at tað verða seldir færri bilar í Føroyum í ár enn í fjør

 

Higartil í ár – sum er fyrra hálvár – eru seld 1201 nýtt akfar í Føroyum í mun til 1319 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 9 prosent.

Um vit taka juni mánað burturav, so vórðu seld 185 nýggj akfør, sum er ein munandi afturgongd í mun til sama mánað í fjør, tí tá vórðu seld 265 nýggj akfør. Ta er ein afturgongd upp á heili 43 prosent.

Sølan av persónbilum er minkað eins nógv. Fyrra hálvár í ár eru seldir 919 nýggir persónbilar í mun til 1006 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 8,7 prosent.

Taka vit aftur bara juni, so er afturgongdin eisini stór. Í juni í ár vórðu seldir 122 nýggir persónbilar í mun til 200 sama mánað í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 78 bilar ella ein afturgongd upp á 40 prosent.

 

##med2##