Sjálvur er Hálvdan Gudmundsen reiðari á tveimum frystulínuskipum, Eivindi (mynd) og Mars, sum er fyrrverandi Stapin. Eivind er í Íslandi, og teir eru nýliga komnir yvir hagar.

Dýrasti línufiskurin fór fyri góðar 75 krónur fyri kilo

- Soleiðis, sum eg dugi at síggja, hevur miðalprísurin fyri frystan línufisk ligið um stívliga 40 krónur fyri kilo, sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í Línuskipum

 

Sjálvur er Hálvdan Gudmundsen reiðari á tveimum frystulínuskipum, Eivindi (mynd) og Mars, sum er fyrrverandi Stapin. Eivind er í Íslandi, og teir eru nýliga komnir yvir hagar.

Formaðurin í Felagnum Línuskip, Hálvdan Gudmundsen, letur væl at fiskaprísunum á uppboðssøluni.

 

Hann vísir á, at frystilínuskipini, Vesturhavið, Stapin og Kambur, hava selt fisk undan Íslandi, og prísurin hevur verið góður.

 

- Eg havi fylgt við søluni og legði til merkis, at tann stóri toskurin í gjár fór fyri 75,50 krónur fyri kilo. 

 

Tá tað eru frystilínuskipini, sum landa og selja sína veiði, er talan um avhøvdaðan fisk - ella rundan fiski, sum tað eisini verður rópt.

 

Hálvdan Gudmundsen vísir á, at prísirnir á frystari hýsu eisini eru góðir; teir hava ligið úr stívliga 30 krónum og upp í einar 40 krónur fyri kilo.

 

- Soleiðis, sum eg dugi at síggja, hevur miðalprísurin fyri frystan línufisk á søluni á Fiskamarknaði Føroya ligið um stívliga 40 krónur fyri kilo.

 

Formaðurin í Línuskipum fegnast um góða fiskaprísin og heldur fyri, at útlit eru til, at hetta verður eitt spennandi fiskiár hjá línuskipum.

 

Sjálvur er Hálvdan Gudmundsen reiðari á tveimum frystulínuskipum, Eivindi og Mars, sum er fyrrverandi Stapin, og hann er eisini reiðari á Rankanum.

 

- Eivind er í Íslandi, og teir eru nýliga komnir yvir hagar. 

 

Hann vísir á, at verið í Íslandi hevur verið skiftandi, og onkran dag hava teir ligið og krokað, men tá roynandi er, hevur fiskiskapurin verið hampiligur.

 

Spurdur, hvussu árið í fjør vignaðist hjá Eivindi, sigur hann, at skip og manning fiskaðu fyri 43 milliónir krónur, sum er eitt hampiliga gott ár.

 

- Besta árið hjá Eivindi higartil var 48 milliónir krónur, leggur Hálvdan Gudmundsen aftrat.

 

 

 

 

 


 

 

Sjálvur er Hálvdan Gudmundsen reiðari á tveimum frystulínuskipum, Eivindi (mynd) og Mars, sum er fyrrverandi Stapin. Eivind er í Íslandi, og teir eru nýliga komnir yvir hagar.