Airbussur hjá Air Greenland lendi fyrstu ferð í Nuuk

Fleiri fólk vóru í airbussinum, harav fleiri skuldu luttaka á einari gallaveitslu í kvøld, nú flogfarið fyrstu ferð hevur lent í Nuuk, og nýggja floghavnin alment skuldi takast í nýtslu

Í dag klokkan 13.15 lokala tíð lendi airbussurin hjá Air Greenland fyri fyrstu ferð í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk og á myndini, sum vit í dag hava fingið sendandi, stendur airbussurin fyrstu ferð á nýggju lendingarbreytini í Nuuk.

 

Nógv fólk var møtt til løtuna, tá flogfarið - eitt sindur seinkað - lendi, og forvitnið var stórt.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, helt røðu við hátíðarhaldið í lufthavnini, og sagt verður úr Nuuk, at tað var friðarligt í býnum, og fleiri handlar høvdu stongt, tá flogfarið lendi.

 

Í Grønlandi fegnast tey um nýggja rutu úr nýggjari floghavn og við einum størri flogfari á leiðini millum Nuuk og Keypannahavn. Nýggju sløkkiliðsbilarnir hjá floghavnini tóku eisini ímóti flogfarinum við blunkandi ljósum.

 

Fleiri fólk vóru í airbussinum, sum lendi tíðliga seinnapartin, harav fleiri skuldu luttaka á einari gallaveitslu í kvøld, nú flogfarið fyrstu ferð hevur lent í Nuuk, og nýggja floghavnin alment skuldi takast í nýtslu.

 

Millum gestirnar á gallaveitsluni í kvøld er eitt nú danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, fíggjarmálaráðharrin, Nicolai Wammen og bæði fyrrverandi og núverandi grønlendsku landsstýrisformenninir, Kim Kielsen og Múte B. Egede.

 

Sermitsiaq visti fyrr í dag at siga, at klokkan 15, lokala tíð, skuldi airbussurin hjá Air Greenland aftur til Keypmannahavnar.

 

Her sæst video-brot av hendingini, tá airbussurin fyrstu ferð lendi í Nuuk - https://www.facebook.com/1233218970/videos/588037203767531/