Týsdagin 2. januar vóru liðin 50 ár síðan Heri Guttesen byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service. Hann byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service í Rættará í 1974 sum 17 ára gamal. Hann byrjaði á eykalutagoymsluni, og níggju mánaðir seinni fór hann í læru sum bilmekanikari á verkstaðnum.
Eivind av Reyni hevði tá yvirtikið bilasøluna eftir pápan, Sigird av Reyni, sum stovnaði fyritøkuna í 1947 og framvegis var virkin og arbeiddi har.
Tá Heri byrjaði hjá Reyni Service seldi fyritøkan ensku Morris bilarnar. Í 1978 flutti Reyni Service í nýggj hølir í Hoyvík, og í 1980 fingu teir umboð upp á Toyota.
Móttøkan verður frá kl 15 til 17, har øll eru vælkomin til ábit, undirhald og eitt gott prát.