Hon afturvísir sostatt ákærunum, ið Pól Sundskarð, ferðaleiðari, ber fram aðrastaðni á in.fo í dag, at Visit Faroe Island marknaðarførir føroysku náttúruna næstan sum eitt sjálvtøkuborð.
– Tað ræður um eyguni, ið síggja. Vit leggja dent á trygd í marknaðarføringini, og vit vísa eisini á ella tilráða, at ferðafólk hava ferðaleiðara við sær, tá ið tey fara út í føroysku fjøllini, sigur Guðrið Højgaard.
Hon vísir eisini á, at einki annað land setir krav um, at ferðafólk skulu ganga við ferðaleiðara, tá ið tey fara út í náttúruna, og tað heldur hon heldur ikki skal vera galdandi í Føroyum.
Visit Faroe Islands eru alt ov ágangandi í marknaðarføringini
Burðardygt til nógv fleiri ferðafólk
Viðvíkjandi vaksandi talinum av ferðandi, so heldur hon heldur ikki, at tað er ein trupulleiki í Føroyum.
– Av teimum millum 130 og 140.000 ferðafólkunum, sum komu til Føroya í fjør, komu umleið helvtin við cruiseskipi, ið bara steðga her nakrar fáar tímar. Hesi hava ikki tíð at fara í fjøllini at ganga. Tey koyra onkran busstúr til Gjógv, Kirkjubøar ella onkra aðrastaðni, ella tey ganga í Havnargøtum. Tey slíta ikki føroyska hagan, sigur Guðrið Højgaard.
Tá ið talan er um, hvussu nógv ferðafólk, Føroyar kann taka ímóti, so heldur stjórin í Visit Faroe Islands ikki, at tey hava nátt nakað mark.
– Føroyar eru burðardyggar til nógv fleiri ferðafólk, enn vit hava í dag. Vit skulu bara vera dugnaligari til at menna førleikarnar og at fáa ferðafólkið til nógv fleiri støð í landinum, sigur hon.
Ferðafólk slíta ikki
Hon vísir eisini aftur, at tað eru útlendsk ferðafólk, ið slíta føroyska hagan.
– Eg vil pástanda, at útlendsku ferðafólkini ikki hava slitið nógv av føroysku høgunum. Onkustaðni er tað vorðið eitt sindur runut. Men tað kunnu eisini vera føroysk ferðafólk, ið slíta. Tað er eisini ein spurningur, hvat slit er. Vit hava eisini samstarv við fuglafrøðingar, og tað er næstan einki sum tíðir uppá, at fuglalívið verður oyðilagt av ferðafólki, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at Visit Faroe Islands samstarvar við kommunur, ferðamannaskrivstovur, almennar stovnar og onnur, og at atlit eisini verða tikin fyri burðardygd.
Lesið alla samrøðuna við Guðrið Højgaard í Sosialinumm, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.