In.fo hevur fingið váttað, at samráðingar eru millum Víking og enska League Two felagið, Grimsby Town Football Club, um Géza Dávid Turi. Miðvallarin, sum nú hevur fingið føroyskan ríkisborgararætt og kann spæla á føroyska landsliðnum, hevur leingi givið til kennar, at hann hevur ein dreym um at spæla uttanlands.
Géza Dávid Turi váttar í samrøðu við BBC, at arbeitt verður við málinum. In.fo hevur fingið váttað, at samráðingar eru millum feløgini, men tað er ógreitt hvørji fíggjarligu viðurskiftini eru í einum slíkum skifti.
Fleiri føroyskir spælarar eru seldir seinastu tvey árini. Tá hevur ljóðað, at prísurin hevur liðið millum 200.000,- og 500.000,- krónur. Grimsby Town hevur í eina tíð havt eyguni eftir Géza Dávid Turi, sum í fjør gjørdi nýggjan sáttmála við Víking.
Helst liggur upphæddin nakað hægri enn hálva milliónin, nú føroyskir spælarar vísa seg fram í útlendskum felagnum. Tíðini, tá ein føroyskur spælari skuldi venjast í form í eitt ár, er farin. Toppurin í føroysku deildini er nú so góður, at feløgini kunnu krevja pengar afturfyri.
Spurningurin er bara hvussu sinnaðir Víkingarnir eru at selja ein lyklaspælara sum Géza Dávid Turi undan einum kappingarárið við Champions League fótbólti.