ALS-stuðul til uppsjóvar- og alivinnuna?

Er tað rímiligt, at vit skulu rinda eitt hægri ALS-gjald, fyri at nakrar av ríkastu fyritøkunum í landinum kunnu senda starvsfólk hjá sær í ALS part av árinum?

 

Tað haldi eg ikki, men tað er júst hetta, sum hendir. Tað síðsta er, at 40-50 starvsfólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági nú eru send heim í jólafrí uttan løn (frá Bakkafrost), men har ALS – tú og eg – rindar lønina.

 

ALS er ein ómetaliga týdningarmikil grunnur, sum er ætlaður arbeiðsleysum. ALS hevur eisini eina serliga fiskavirkisskipan, sum er ætlað flakavirkjum, at tá ongin fiskur og arbeiði er, fáa flakafólkini útgjald úr hesi skipan. Upprunaliga var skipanin ætlað “vanligum flakavirkjum”, har tilgongdin av rávøru var skiftandi alt eftir, hvussu fiskiskapurin var.

 

Men í dag fevnir skipanin eisini um bæði uppsjóvarvirki, kryvjivirki (alivinnan), landingarmiðstøðir og fiskamjølsvirkir.

 

Man kann ikki siga, at framleiðslan hjá kryvjivirkjunum (alivinnan) á nakran hátt er tengd at veiðuni hjá fiskiskipum, og harafturat verður framleiðslan hjá teimum væl løgd til rættis. Tey stýra í stóran mun, nær, hvar og hvussu nógvan laks, tey kryvja. Tí gevur tað onga meining at tosa um skiftandi fiskiskap í sambandi við kryvjivirkir.

 

Eitt sindur øðrvísi er við uppsjóvarvirkjunum, sum hóast alt eru tengd at fiskiskapinum hjá uppsjóvarskipunum. Men í hesi vinnu er ikki óvanligt, at arbeitt verður so nógv, tá fiskur er, at starvsfólkini ofta hava forvunnið sær eina ársløn eftir lutfalsliga fáum mánaðum.

 

Í 2021 vóru samlaðu útgjøldini hjá ALS 77 mió.kr., harav 24 mió.kr vóru umvegis fiskavirkisskipanina – tað vil siga ein triðingur. Sambært almennum skrivi staðfestir stjórin í ALS, at 58% av útgjøldunum umvegis fiskavirkisskipanina í 2014 vóru til virki, sum IKKI virkaðu botnfisk, og sum tí fóru til virki, sum skipanin IKKI var ætlað til. Lutfallið er á leið tað sama í dag.

 

Hví skulu tú og eg, sum arbeiða og rinda inn í ALS, fíggja og stuðla teimum nógv størstu vinnunum í Føroyum? Er tað rætt, at arbeiðarin skal rinda stuðul til hesar fyritøkur, sum hava árlig yvirskot millum 100 milliónir og 1 milliard? Er tað órímiligt, at hesi virki sjálvi rinda lønina til síni starvsfólk? Vit mugu minnast til, at meira fer út, meira má arbeiðsmaðurin, sjúkrarøktarfrøðingurin, timburmaðurin og øll onnur arbeiðandi rinda inn. Meira út – meira inn.

 

Tað er ikki bara arbeiðarin, sum fíggjar hendan stuðul, men eisini arbeiðsgevarar, sum hvønn mánað gjalda sítt inn í ALS. Men hesir hava ikki sama framíhjárætt, hóast teirra arbeiði somuleiðis kann liggja lamið part av tíðini – t.d. ferðavinnan um veturin, fleiri handverkarar stóran part av vetrinum, grannskoðarar um heystið og handilsvinnan í januar aftaná jólasøluna. Hví skulu ali- og uppsjóvarvirkini kunna koyra síni starvsfólk í ALS, tá onki arbeiði er, men fyritøkur á landi skulu ikki hava henda møguleika? Eg haldi, at hetta er órímiligt, tí tað er at gera óneyðugan mun á vinnum.

 

Lat meg gera tað púra greitt, at hetta ikki er kritikkur av ali- ella uppsjóvarvirkjum, tí hesi virka bert innan teir karmar, sum politikarar áseta.

 

Tað er so sólarklárt, at skipanin haltar. Stjórin í ALS hevur eisini alment mælt til, at skipanin verður broytt soleiðis, at hon bert skal fevna um tey virki, sum skipanin upprunaliga var ætlað til – tað vil siga “vanlig flakavirki”, sum í høvuðsheitum virka botnfisk.

 

Eitt av endamálunum hjá mær við at fara inn í politikk er at rudda upp í gomlum stuðulsskipanum, sum antin ikki tæna ella langt síðani hava tænt sínum endamáli. Politikarar mugu hava dirvi til at umsita og brúka pengarnar hjá skattgjaldarunum á bestan hátt og at gera tillagingar í lóggávuni, tá lógin ikki virkar sum ætlað.

 

Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, ætli eg mær sjálvandi at virka fyri, at fiskavirkisskipanin verður broytt, soleiðis at ali- og uppsjóvarvirkir ikki skulu kunna senda fólkini hjá sær til hús og lata ALS gjalda gildið – tað vil siga senda rokningina til tín og mín og allar aðrar fyritøkur í landinum. Eg eri sannførdur um, at verða neyðugu tillagingarnar gjørdar í fiskavirkisskipanini, kunnu vit lækka ALS-gjaldið fyri bæði arbeiðarar og arbeiðsgevarar.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

 

Um meg:

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6 ár, 4 ár, 2 ár og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.