Tað hevur týdning fyri børn og ung at kunna koma í avriksfátøk støð, har tað ikki verður kraft meira av teimum enn, at tey bara skulu vera, sum tey eru.
Ítróttarsamband Føroya hevur ein serstakan møguleika reint fíggjarliga, nevniliga við ítróttafrádráttinum at kunna geva venjarum og hjálparfólki eina samsýning upp til 50.000 kr. árliga uttan, at tað verður drigið frá í skattskyldigu inntøkuni.
Týðilig vísindalig prógv eru fyri, at um ein er kropsliga aktivur, gevur tað sálarliga vælveru. Men prógv eru eisini um, at børn og ung kunnu fáa eina ringa kenslu um seg sjálvan, um tey ikki duga ítrótt á høgum stigi. At hava eitt frítíðarvirksemi er týdningarmikið fyri børn og ung, tað er mennandi bæði kropsliga, sálarliga og socialt, men frítíðarvirksemi er so nógv annað enn bara tað, ið Ítróttarsamband Føroya hevur at bjóða uppá.
Sum gamal skóti havi eg hug at nevna skótarørsluna. Tað týdningarmesta arbeiði innan skótarørsluna er bólkaarbeiði, har tað í skótahøpi verður kallað at arbeiða í patrúljum. Í eini patrúlju eru 5-7 skótar í ymiskum aldri. Patrúljan er ein felagskapur, har drívmegin er vinarskapur og samanhald, har tað er møguleiki fyri at arbeiða við “learning by doing”, at verða við, tá avgerðir verða tiknar og at reflektera. Tað er við til at geva skótunum kensluna av at megna okkurt og tey fáa dirvi uppá meir.
Skótarørslan er felagsskapur í FUR, sum er stytting fyri Føroya Ungdómsráð. FUR er felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum. Í FUR eru uml. 4.000 børn og ung í ymiskum feløgum.
Við tankanum um at “vit kunnu ikki alt, men vit kunnu øll okkurt” meti eg tað verða týdningarmikið at aðrir felagskapir so sum FUR og ÍSB verða javnsettir við ÍSF soleiðis, at tað verður meira lokkandi at taka eina hond í sum venjari og hjálparfólk óansæð, hvørjum frítíðarvirksemi barnið ella tann ungi luttekur í.
Sára Gullfoss
Valevni hjá Javnaðarflokkinum