Andrea skoraði níggju mál móti Sveis sum Føroyar møta fríggjadagin

Leikari av føroyskari ætt vísti í dag hvussu ein skorar mál móti Sveis

Andrea Jacobsen á íslendska landsliðnum er av føroyskari ætt

Sveis sum føroysku hondbóltskvinnurnar møta í søguliga fyrsta endaspælsdystinum í Basel komandi fríggjadag klokkan 17, spældi aftur í dag venjingardyst móti Íslandi.

 

Fyrradagin vann Sveis tepurt 30-29 (18-16) á Íslandi.

 

Í dag vann Sveis aftur á Íslandi í Schaffenhausen við tí minsta marginalinum. Sveis vann í dag 29-28 á Íslandi. Ísland var annars á odda 12-9 í steðginum.

 

Langabbadóttir legendariska bakaran, Andreas í Køkubúðini, Andrea Jacobsen - sum eitur eftir langabba sínum - gekk undan og vísti sínum fjórðings landskvinnum í Føroyum hvussu ein skal skjóta mál ímóti Sveis. Andrea Jacobsen var greiður toppskjútti hjá Íslandi í dag við níggju málum.

 

Okkara taptu 23-28 (12-11) og 20-24 (8-12) fyri Íslandi, har føroysku leikararnir brendu nógvar málmøguleikar. Leikliga kendist tað ikki at vera stórur munur á liðunum.

 

Sveis sum tekur móti okkara kvinnum komandi fríggjadag klokkan 17 í Sankt Jakobshøllini í Basel hevur nú vunnið fimm dystir á rað undan EM-endaspælinum. 

 

 

 

 

 

Andrea Jacobsen á íslendska landsliðnum er av føroyskari ætt