Týsdagin 3. desember klokkan 17 er "ríkisfundur" í EM-endaspælinum í Sankt Jakobshøllini í Sveis. Tá spæla okkara kvinnur móti Danmark í tí triðja og seinasta dystinum í innleiðandi bólki D.
Danmark hevur fyrireikað seg til EM-endaspælið við at hava tikið lut í einari Golden League kapping í Herning saman við Noregi, Rumenia og Niðurlondum.
Niðurlond góvu Danmark skarpan gang í dag, men tað eydnaðist donsku kvinnunum at vinna dystin 32-30. Í steðginum var Danmark á odda 17-16.
Í somu kapping vann Noreg í dag 37-25 (15-14) á Rumenia.
Noreg og Danmark endaði bæði á fimm stigum, men við betri málmuni vinnur Noreg kappingina. Niðurlond hava tvey stig, meðan Rumenia einki stig hevur.
Danmark megnaði javnleik 27-27 (12-15) móti Noregi í tí fyrsta dystinum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 spælir Danmark fyrsta EM-dystin í Sankt Jakobshøllini í Sveis móti Kroatia. Sama dag klokkan 17 spæla okkara kvinnur móti Sveis.