Sum kunnugt eru Føroyar ikki í Amerika - uttan mun til kavbátarnar á firðunum. Men Grønland er í roynd og veru partur av Norðuramerika, og tað hava republikanararnir hjá Trump ikki gloymt.
Tað var ein av orsøkunum til, at Trump forseti í 2019 tosaði um at keypa Grønland, og USA hevur framvegis eitt sterkt ynski um at tryggja amerikansk áhugamál í Grønlandi.
Vápnadubbingin hjá Russlandi og luttøkan hjá Kina í Arktis, og ráevnini hjá Grønlandi hava framvegis áhuga í USA.
Fyri at kanna, hvussu áhugin fyri Grønlandi kemur fram undir republikanskum stýri, tosaði eg dagin fyri valið við ein av fyrrverandi ráðgevunum hjá Trump, sum veit nógv um Grønland, og sum nú hevur góðan møguleika aftur at gerast ein partur av valdsmiðdeplinum hjá Trump.
Alexander Gray var starvsfólkaleiðari í Trygdarráðnum hjá Trump í Hvítu Húsunum fram til 2021. Í dag rekur hann eina ráðgevarafyritøku saman við Robert O’Brian, sum var tjóðartrygdarráðgevi hjá Donald Trump.
Gray er eisini knýttur at konservativa hugskotsstovninum American Foreign Policy Council og er ein sterkur stuðul í uttanríkispolitikkinum hjá Trump.
Gray leggur upp til, at USA beinanvegin, undir nýggja forsetanum Trump, fer undir samráðingar við Grønland um sokallaðan frælsan felagsskap, eitt slag av unión, sum USA í løtuni hevur við millum annað Marshalloyggjarnar í Kyrrahavinum. Skipanin er ikki heilt ólík skipanini, sum Annfinn Kallsberg o. fl. í 2000 skutu upp fyri donsku stjórnini.
Fríur felagsskapur kemur, um tað verður, í staðin fyri tilknýtið hjá Grønlandi til Danmark.
##med2##
Handritið
Visiónin hjá Alexander Gray kann samanfatast soleiðis:
USA undir Trump II eigur skjótt at fara undir samráðingar við Grønland um frían felagsskap millum Grønland og USA. Skipanin skal koma í gildi ta løtuna, Grønland loysir frá Danmark.
Samráðingarnar fara at krevja langa tíð og skulu tí byrjast nú. Danmark skal vera við í allari samráðingargongdini (Gray nevnir ikki Føroyar).
USA eigur at bjóða Grønlandi eina skipan, har USA á hvørjum ári flytur pening til Nuuk, soleiðis, at borgararnir í sjálvstøðuga Grønlandi millum annað fáa eitt væl fíggjað útbúgvingar- og heilsuverk. Flytingarnar koma í staðin fyri blokkstuðulin úr Danmark.
Fríur felagsskapur skal samstundis hava við sær, at amerikanska verjan til eina og hvørja tíð tryggjar fullveldi Grønlands, sjóøki, loftrúm og øki til gagns fyri alt Norðuratlantshav og Arktis.
"Eg tosi ikki fyri Trump-herferðina ella hansara stjórn. Men eg haldi, at fleiri av teimum, sum arbeiddu í fyrstu stjórn hansara, fara at koma aftur og deila mítt sjónarmið. Um vit tosa um frían felagsskap ella ikki, so mugu Norðuratlantshav, við Grønlandi sum miðdepli, verður ein týðandi raðfesting fyri trygdarpolitikkin hjá Trump, sigur Gray við meg í telefonini úr USA.
##med3##
Sambandið til Danmarkar
Hann vísir til almennu fráboðanirnar frá Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrinum í fjør, og serliga til fyrstu uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku strategiina hjá Grønlandi frá apríl í ár. Her verður dentur lagdur á "sjálvsavgerðarrætt og eitt sjálvstýrismál".
Í grein í tíðindamiðlinum The National Interest í oktober vístu Gray og tveir samskrivarar á, hvussu Grønland stigvíst hevur økt um sítt sjálvstýri, valt at sleppa úr ES og tryggjað sær størri uttanríkispolitiskt sjálvstýri — alt meðan Nuuk endurtekur sítt mál um loysing.
"Vit mugu hava álit á, eins og Keypmannahavn eisini ger, at hetta er tann vegin, tey vilja ganga." Og hetta sigi eg í fullari virðing fyri, at Grønland er partur av danska kongaríkinum og fyri tí djúpa søguliga sambandinum við Danmark. Men um endamálið hjá teimum er totalt fullveldi og sjálvstýri, mugu USA og Danmark byrja at hugsa um, hvussu tey best kunnu verja strategisku áhugamálini hjá NATO í Norðuratlantshavi, tá Grønland einaferð verður sjálvstøðugt. Ein avtala um frían felagsskap (við USA, ritstj.) fer eftir mínum tykki at loysa nógvar av teimum trupulleikunum," sigur Gray.
"Tey hava havt samband við danska kongaríkið í øldir. Vilja tey slíta tað sambandið – og tað havi eg onga meining um – so haldi eg, at tey áttu at hugsað um, hvussu tey best kunnu tryggja nýggja sjálvstýrið á ein hátt, sum verjir teirra lívshátt og teirra møguleikar fyri menning og trygd haldi eg, at ein avtala um frælsan felagsskap er tann besti mátin at gera tað uppá, sigur hann.
##med4##
Keypshugskotið er burtur
Gray hevur fylgt við sambandinum millum Grønland og USA í nøkur ár. Tað var júst í tjóðartrygdarráðnum, at í 2019 vórðu møguleikarnir fyri at knýta Grønland fastari at USA kortlagdir. Søgan kom út, og Donald Trump orðaði sítt kenda uppskot um yvirtøku.
Men tann tankin var eftir øllum at døma eitt ørkymlandi úttrykk fyri einum djúpari ynski í trygdarráðnum hjá Trump. Her arbeiddu tey við eini fløktari, langtíðar trygd av tjóðaráhugamálum USA í Grønlandi. Ein kongs hugsan, sum sambært Gray við stórari vissu eisini verður tikin upp av nýggju Trump-stjórnini. Hon snýr seg um vápnadubbing hjá Russlandi í Arktis og Norðuratlantshavi og arktisku ætlanirnar hjá Kina. Útlitini fyri kinesiskum íløgum í Grønlandi elvdu til álvarsliga stúran longu tá Trump fyrstu ferð var í Hvítu Húsunum.
"Vit fylgdu sera væl við, tá búskaparligi áhugin hjá Kina í Grønlandi vaks, tí vit kenna mynstrið. Fyrst síggja vit búskaparligu áhugamálini hjá Kina, síðani fylgir politiska trýstið og møguliga eisini eitt hernaðarligt trýst. Vit vóru øgiliga stúrin fyri, hvat innblandingin hjá Kina kundi merkja í Grønlandi upp á longri sikt, sigur Gray.
- USA varðar av trygdini í Norðuratlantshavi, og nú Russland og Kina eru vorðin meira ágangandi í tí økinum eisini, er tað vorðið týðiligt fyri Washington, at vit mugu hava eina strategi, sum tryggjar okkara førleikar at halda Norðuratlantshavið frítt og opið og trygt antin gjøgnum NATO, tvílandaviðurskifti sum free-association-avtalur ella við øðrum mekanismum, sigur hann.
Tørvurin hjá USA á teimum strategisku mineralunum, sum Grønland er ríkt av, spælir eisini ein leiklut:
"Tú kanst ikki skilja sundur teir veruleikar, at Grønland, umframt sína strategisku staðseting, hevur fleiri týðandi ráevni. Tað verður økt fokus á tey kritisku ráevnini í framtíðini, tí heimsmenningin hevur gjørt tey so avgerandi búskaparliga og fyri tjóðartrygd okkara, sigur hann.
##med5##
Íblástur úr Kyrrahavinum
Í Trygdarráðnum hjá Trump fekk Gray royndir við avtalunum um frælsan felagsskap millum USA og Marshalloyggjarnar, Mikronesia og Palau, sum øll eru sjálvstøðug, fullveldis oyggjaríki í Kyrrahavinum.
Avtalurnar hava givið USA møguleika fyri einari tryggari hernaðarligari nærveru og at seta hermenn og útgerð á oyggjunum, eins og USA hevur á Pituffik Space Base, fyrr Thulebase, í Grønlandi. Samstundis hava avtalurnar eftir sjónarmiðum Gray tryggjað teimum trimum Kyrrahavistjóðunum fleiri av fyrimunir.
"Avtalurnar um frælsan felagsskap virða fullveldi. Londini, sum talan er um, hava frælsi at reka sín egna uttanríkispolitikk, tey eru fullveldisríki og hava síni egnu umboðan uttanlands. Tey atkvøða við egnari rødd í ST, enntá onkuntíð á tann hátt, at tey ikki eru samd við USA. Avtalurnar tryggja verju og fullveldistrygd, tí tær loyva USA at verja sjógvin, loftrúmið og økið hjá londunum. Tað er ein risa fyrimunur fyri trygdina í øllum økinum," sigur hann. Tey trý londini eisini fáa "sera lagaliga " fíggjarliga hjálp úr USA til útbúgving, undirstøðukervi, eftirløn og heilsu.
Væl kend modell
Hugskotið um frían felagsskap er væl kent í Nuuk.
Í løtuni búgva umleið 58.000 fólk í Grønlandi. Tað er ikki so langt frá teimum 100.000, sum búgva í Mikronesia, teimum 42.000 í Marshalloyggjunum ella teimum 22.000 í Palau, og grønlendskir politikarar hava sjálvir fingið íblástur úr Kyrrahavinum. Hugskotið um frælsan felagsskap hevur leingi verið ein fastur partur av politiska orðaskiftinum í Nuuk.
Hugsanir Gray um búskapin í Grønlandi kunnu eisini kennast frá politisku verkstovuni í Nuuk: "Ríku fiskastovnarnir í oynni fara at finna ein væl fyrireikaðan marknað beint um hornið (í USA, red.) og draga til sín størri íløgur til virking av fiski á landi. Harumframt fer tað at føra til íløgur til ábyrgdarfulla útnytting av týðandi ráevnum í Grønlandi, skrivaðu Gray og hansara samhøvundar í The National Interest, við beinleiðis tilsipingum til tvær viðkomandi dagsskráir í Nuuk.
Aðrir greinarar finnast at avtalunum hjá Kyrrahavsoyggjunum um frælsan felagsskap. Granskarar frá danska altjóða stovninum og úr Grønlandi hava seinastu árini víst á hópin av avbjóðingum, um Nuuk vil fara í frælsan felagsskap við Danmark, USA ella aðra stórtjóð. Hetta er millum annað galdandi fyri spurningin um rættin til ríkisborgararætt, at leita sær arbeiði, um sosialar veitingar, heilsuveitingar og mangt annað.
Greinin er prentað í Sosialinum 15. november 2024