Áræði, Ágrýtni og Ábyrgd

Nú styttist til at veljarin sleppur at seta krossin, og samstundis velja hvat fyri leið hann ynskir, at føroyska samfelagið skal fara. Nógv ymisk sjónarmið eru komin fram í valstríðnum, og eru flokkarnir eitt sindur ymiskir á máli um hvussu teir ynskja at stjórna Føroyar landi,

 

Fólkaklokkurin stendur við sítt. Vit raðfesta familjuna og vinnuna hægst, tað skal verða gott at búgva og virka í Føroyum. Fólkaflokkurin tekur ábyrgd av Føroya landi, og skapa tryggleika fyri familjuna og vinnulívið, vit skapa karmarnar, so at familjan og vinnan fær frælsi at menna okkara samfelag framyvir. Fólkaflokkurin ynskir púra greitt at:

 

  • Lætta um hjá familjuni, við at geva ein skattalætta
  • Tað skal loysa seg hjá øllum at arbeiða
  • Hækka barnafrádráttin
  • Tryggar karmar fyri alt vinnulív í Føroyum
  • Eitt enn betri heilsuverk
  • Eitt Føroyar fyri øll

 

Ungdómurin skal eisini hava tað gott í okkara landi, og skal ikki gloymast í hesum, vit vilja rætta eina hond út, og ynskja at skapa enn betri umstøður til ungdómin at vaksa upp í hesum landi:

 

  • Eitt gott lestrarumhvørvi
  • Lestraríbúðir til lesandi
  • Lesandi og lærlingar skulu tjena minst 80.000 skattafrítt um árið
  • Øll lesandi undir 18 ár skulu eisini fáa lestrarstuðul
  • Hækka lestrarstuðulin til lesandi

 

Eg havi Áræði og bjóða meg fram, og vón mín er at tú fert á val hósdagin, og velur ein Ágrýtnan persón á Føroya løgting. Eg eri klárur at taka Ábyrgd, men hettar krevur tín stuðul. Vón mín er at tú kanst stuðla mær, soleiðis at eg kann taka Ábyrgd, og verða eitt umboð fyri teg.

 

Far á val hósdagin, og vel ein sterkan Fólkaflokk á Føroya Løgting, vit eru til reiðar, og vit hava Áræði, Ágrýtni og taka Ábyrgd.

 

 

 

X við Dánial Hansen

 

Valevni fyri Fólkaklokkin