Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, og tey koma bæði inn at landa fyrst í hesi vikuni.
- Skipini hava mest av hýsu og toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Í løtuni eru eisini átta frystilínuskip til fiskiskap.
- Trý fiska í íslendskum sjógvi, tvey eru á Íslandsrygginum, og trý eru á landgrunninum.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymur og veður ikki vera til vildar hesa vikuna.
- Tí vænta vit ikki, at tað verður nógvur útróður hesa vikuna, verður lagt aftrat.