Avtala millum ES og Mercosur-londini í hús

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sigur á tíðindafundi í dag, at ES-samráðingarfólk hava gjørt avtalu við Mercosur-londini um handilsavtalu.

 

Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.

Mercosur er ein handilssamtak, sum er mannað við teimum fýra suðuramerikansku londunum Brasil, Argentina, Paraguei og Uruguay.

Samráðingar um handilssáttmála hava verið í fleiri áratíggju.