Búskaparráðið skal hava nýggjan formann.
Djóni Højgaard, sum hevur verið formaður, hevur sagt formanssessin frá sær eftir hann er farin í nýtt starv.
Fráfarni formaðurin undirvísti á Glasi, men hevur nú tikikið við nýggjum starvi í fíggjarmálaráðnum.
-Tað sigur seg mestsum sjálvt, at skal eg røkja hetta starvið, so kann eg ikki sita, í Búskaparráðnum, sigur Djóni Højgaard.
Enn er ongin nýggjur formaður valdur til Búskaparráðið. Ester Hansen og Sigurd Poulsen eru tey bæði, sum í løtuni manna ráðið