Tvíkiljan, sum sáttmáli er gjørdur um, er 20 metrar long og nýggju metrar breið. Hetta er ein tvíkilja í somu stødd sum Miðenni, sum KJ handaði Bakkafrosti 6. desember í fjør. Talan er um systurskip til Miðenni og nýggja tvíkiljan verður eins væl útgjørd. Tvíkiljan hevur verið á tekniborðinum í eina tíð, men nú er arbeiðið farið ígongd og verður hon væntandi handað á heystið 2025.
Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ, sigur, at “menningin hjá føroysku alivinnuni síðstu nógvu árini hevur ført við sær, at tørvur er á størri og máttmiklari tvíkiljum. Tørvurin á størri deksplássi og størri dekskranum ger, at støddin á størstu tvíkiljunum sum vit byggja, er komin upp á 20×9 metrar.”