Beinar Vestergaard leggur stórverk fram

Í morgin verður í Sumba framløga av bókaverki í trimum bindum, sum snýr seg um Sumba og sumbingar

Lítið ella kanska rættari einki hevur verið at hoyrt um hetta, sum nú er liðugt og verður lagt fram í morgin leygardagin 9. desember.

 

Tað er Beinar Vestergaard, ið sjálvur er sumbingur, sum hevur skrivað og gevur út bókaverk um Sumba. Heitið er SAGA SUMBINGA, sum er skrivað í trimum bindum. Øll bindini verða løgd fram í morgin leygardagin 9. desember, tá ið tað verður samkoma í samkomuhúsinum.

 

Á facebook skrivar Beinar Vestergaard soleiðis um bókaverkið:

 

Nú er hon komin út á prent, søgan um Sumbiar sókn.

 

Við heitinum SAGA SUMBINGA í trimum pørtum, verður framløga í samkomuhúsinum í Sumba leygardagin 9. desember millum kl. 14 og 16. Tá verður eisini møguligt at ogna sær bøkurnar.

 

##med2##