Belgia hevur ongan kjans móti Fraklandi

EM24: Frakland er stórfavorittur, men tað hava verið fleiri óvæntaði úrslit

Í dag verða tvær 1/8 finalur í EM-endaspælinum í Týsklandi. Frakland tekur móti Belgia og Portugal tekur móti Slovenia. Her er upptaktin til dystin millum Frakland og Belgia.

 

Frakland – Belgia (17.00)

 

Leikvøllur: Merkur Spiel-Arena, Düsseldorf

 

Dómari: Glenn Nyberg (Svøríki)

 

Sjónvarp: KVF

 

Franska landsliðið hevur ikki rakt tónan enn, men tað einki, ið bendir á, at tað verður Belgia, sum steðgar teimum. Stóra søgan er maskan hjá Kylian Mbappé. Hann breyt nøsina í fyrsta dystinum og hevur síðani fingið eina masku.

 

Kylian Mbappé hevur síðani gramt seg um, at maskan órógvar. Bæði tí sveittin leggur seg í maskuna og at hann ikki sær líka væl. Frakland skuldi tó ikki havt trupulleikar við at vunnið á Belgia, sum er í kreppu.

 

Eftir seinasta dystin í bólkaspælinum ýldu belgisku viðhaldsfólkini eftir sínum landsmonnum, tí avrikið var so vánaligt. Tað eru serliga tveir spælarar, sum fáa av at vita. Tað eru stjørnurnar Kevin De Bruyne og Romelu Lukaku. Serliga Romelu Lukakuf ær toyggið, tí hann ikki klárar at umseta einfaldar møguleikar til mál.

 

Nógv bendir á, at Frakland nokk skal vinna hendan dystin. Um ikki, so skal Belgia alvorliga taka seg saman, meðan maskan hjá Kylian Mbappé skal órógva.

 

Møguligar uppstillingar:

 

Frakland (4-2-3-1): Maignan - Koundé, Saliba, Upamecano, Hernández - Kanté, Rabiot - Dembele, Griezmann, Thuram - Mbappe

 

Belgia (4-2-3-1): Casteels - Castagne, Faes, Vertonghen, Theate - Onana, Tielemans - Trossard, De Bruyne, Doku - Lukaku