Hevur bert spælt 74 minuttir í níggju dystum

Tað gongur ikki meir enn næstbest hjá Sligo Rovers, og tað er lítil spælitíð til Stefan Radosavljevic

Sæð við føroyskum landsliðsbrillum er gongdin í bestu írsku fótbóltdeildini í løtuni at harmast um.

 

23 ára gamli, Stefan Radosavljevic, ið mangan var føroysku ungdómslandsliðunum góður, og eisini hevur roynst A-landsliðnum góður á nøkrum sinnum fær næstan onga spælitíð við Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

Í vikuskiftinum tapti Sligo Rovers 0-3 fyri Shamrock Rovers á útivølli. Stefan sat á beinkinum allan dystin.

 

Í teimum fyrstu níggju dystunum hevur Stefan bert fingið millum níggju og 20 minuttir á vøllinum í fýra dystum. Í hinum dystunum hevur Stefan sitið á beinkinum. Talan er um samanlagt 74 minuttir av spælitíð í níggju dystum.

 

Og tá er gongdin hjá Sligo Rovers ikki meir enn tann næstbesta. Sligo er nummar seks í deildini við 12 stigum av 27 møguligum. Níggju stig eru upp til oddaliðið, Shelbourne.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19.45 tekur Sligo móti gamla liðnum hjá Sonna Ragnari Nattestad, Dundalk á heimavølli. 

 

Tað eru tó 24 umfør eftir at leika í bestu írsku deildini, og hartil koma dystir í steypakappingini, so tað fer vónandi at vera meir spælitíð til Stefan í næstum.