Biden: Vápnahvíld í Gaza kann vera longu í dag

Í prinsippinum kundi ein vápnahvíld komið í lag hetta vikuskiftið – um ikki Hamas letur leysar gíslar, sigur Biden

Mikudagin ávaraði Biden um, at hann fór at steðga vápnaveitingum til Ísrael, um Ísrael framdi eina fulla landinnrás í býin Rafah. - Foto: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Joe Biden, segði gjár amerikanska tíð, at ein vápnahvíld í krígnum millum Ísrael og Hamas í prinsippinum kann vera longu »í morgin« – treytað av at vápnaða palestinska rørslan letur leysar gíslar sínar.

Tað segði Biden á einum vælgerðartiltaki í býnum Seattle, skrivar tíðindastovan AFP.

– Tað kundi verið vápnahvíld í morgin, um Hamas vildi lata leysar gíslarnar, segði forsetin.

Tiltakið í Seattle var heima hjá einum fyrrverandi stjóra í Microsoft, sum AFP ikki nevnir.

Viðmerkingina hevur Biden, eftir at hann tríggjar ferðir í gjár vísti aftur at svara upp á spurningar um eina vápnahvíld.

– Ísrael sigur, at tað er upp til Hamas. Um tey fegin vilja, kunnu vit enda hetta (álopini, red.) í morgin. Og vápnahvíldin hevði byrjað í morgin, segði Joe Biden við teir umleið 100 luttakararnar til valgerðartiltakið.

Mikudagin ávaraði Biden um, at hann fór at steðga sendingum av fleiri vápnasløgum til Ísrael, um Ísrael framdi eina fulla landinnrás í syðra býin Rafah.

Biden hevur fyrr í vikuni eisini viðgingið, at Ísrael hevur brúkt amerikanskar bumbur í álopum, sum hava dripið sivilar palestinar.

– Um tey (Ísrael, red.) fara inn í Rafah, veiti eg teimum ikki vápn, sum verða brúk, segði Biden í eini samrøðu við CNN.

Ísrael og Hamas eru enn ikki komin fram til nakra avtalu um vápnahvíld hóast fleiri samráðingarumfør.

Umleið 250 fólk vórðu tikin til gíslar av Hamas, tá rørslan tann 7. oktober í fjør leyp á Ísrael. Sambært Ísrael drap Hamas harumframt umleið 1200 fólk.

Ísraelskir embætismenn siga,at 128 av gíslunum enn verða hildnir til fanga í Gaza. Minst 25 teirra skulu sambært Ísrael vera deyðir.

Eftir 7. oktober fór Ísrael inn í Gazageiran, og fyribils hevur kríggið kostað sløkum 35.000 palestinum lívið, siga myndugleikar, sum Hamas hevur valdið á.

/ritzau/

 

Mikudagin ávaraði Biden um, at hann fór at steðga vápnaveitingum til Ísrael, um Ísrael framdi eina fulla landinnrás í býin Rafah. - Foto: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix