Í ár var tiltakið fríggjadagin 22. november, og aftur í ár var undirtøkan stak góð. Nógv fólk, foreldur, skyldfólk, ommur og abbar og fyrrverandi næmingar komu framvið og væl kom burturúr.
Hetta átakið hevur øll árini snúð seg um barnahendur, sum baka, skapa og geva, har endamálið hevur verið at gleða onnur børn í Føroyum, og rætta teimum, sum hava tað trupult eina hjálpandi hond.
Gjørt varð av, at innkomni peningurin skuldi óskerdur fara til summarbarnalegurnar hjá Reyða Krossi í Føroyum.
Til morgunsangin fríggjadagin 6. desember varð peningurin áljóðandi 30.110 krónur so handaður Bjørk B. Wiggins, virksemisleiðara hjá Reyða Krossi.