Bústaðarloysnir til figgjarliga veikar bólkar skal fremjast

At geva fólki lyftir um at byggja bíligar íbúðir til einhvønn tørv og eisini til tey, sum ikki hava ráð at keypa, er órealisitiskt og er at fortelja ósannindir - so ongar luftkastellir meira, sum ikki kunnu gjøgnumførast

 

 

 

Við rímiliga góðum kunnleika til, hvat tað kostar at byggja, má eg siga, at tá eg hoyri Javnaðarfólk og Tjóðveldisfólk og onnur við tosa um at byggja bíligt, so er hetta ikki í samsvar við veruleikan, tí ein fermetur at byggja, kostar nú einaferð tað hann kostar - óansæð um tað er almenn bústaðarbygging ella privat bústaðarbygging.

 

 

 

Hinvegin so vildi eg mælt til, at fakfeløgini, tryggingarfeløgini og tey, sum annars hava langtíðarætlanir um plasering av teirra kapitali, eru við til at byggja og leiga, við tí fyri eyga at gera samfelagsgagnligar og tryggar íløgur i føroyska bústaðarmarknaðin - og menna hendan við møguleikum fyri leigu, lutaíbúðir o.a.

 

 

 

Vit hava omanfyri 21 milliardir krónur standandi uttanlands, har hesin kapitalur verður umsitin og plaseraðar til mest møguligt avkast.

 

 

 

Hví ikki lata nakrar av hesum pengum arbeiða á heimliga marknaðinum - og gera gagn her fyri øll tey í Føroyum, sum eiga feløgini. Tað hava t.d. donsku pensjónskassarnar havt siðvenju fyri í mong mong ár.

 

 

 

Um vit skulu hjálpta teimum við minni figgjarligari orku, so eiga vit møguliga at umhugsa alternativir sum t.d. eina almenna skipan við bústaðarstuðli, sum verður lagaður eftir inntøku og fermetrum at leiga.

 

 

 

Ein dialogur við fakfeløg og pensjónsfeløg er neyðugur, eins og upplegg til almenna stuðulsskipan fyri leigarar við skerdari fíggjarligari orku má kannast nærri og um neyðugt setast í verk.

 

 

 

Johan Dahl

 

valevni Sambandsflokins til løgtingsvalið