Eldur í russiskum ferðafólkaflogfari í Turkalandi

Sambært turkiska kringvarpinum hevur einki av teimum 89 ferðafólkunum fingið skaða, ei heldur nakar av manningini, sum telur seks fólk

Turkiska kringvarpið TRT veit í kvøld at siga, at eldur er í einum russiskum ferðafólkaflogfari á flogvøllinum í Antalya í Turkalandi í kvøld.

 

Eldur er í motorinum, og sagt verður, at eldurin kyknaði beint eftir, at flogfarið hevði lent. 

 

Turkiska flutningsmálaráðið hevur upplýst, at flogvøllurin er stongdur í sambandi við hendingina.

 

Sambært turkiska TRT hevur einki av teimum 89 ferðafólkunum fingið skaða, ei heldur nakar av manningini, sum telur seks fólk.

 

Sagt verður, at russiskt framleidda flogfarið av slagnum, Sukhoi Superjet 100, kom úr russiska býnum, Sotsji.

 

Tað er flogfelagið, Azimuth Airlines, sum eigur flogfarið. Fleiri video-brot av brennandi flogfarinum liggja á sosialum miðlum í kvøld.