Danmark sum okkara møta undir EM megnaði javnleik móti Noregi

Danmark og Noreg møttust í Randers í kvøld

Millum favorittarnar at vinna EM í hondbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Ungarn, Sveis og Eysturríki í næstum eru Noreg og Danmark.

 

Okkara kvinnur møta Danmark í Basel í tí triðja dystinum í innleiðandi bólki D, týsdagin 3. desember klokkan 17. 

 

Í kvøld spældu Danmark og Noreg dyst í Golden League í Randers. 

 

Noreg var á odda 15-12 í steðginum, og tær norsku vóru frammanfyri við seks málum í seinna hálvleiki. Men við einum góðum endaspurti eydnaðist tað danska liðnum at knógva ein javnleik.

 

Elma Halilcevic javnaði fyri Danmark til 27-27 í næstseinasta sekundinum av dystinum.

 

Andrea Hansen var toppskjútti hjá Danmark við níggju málum. Kari Dale var toppskjútti hjá Noreg við sjey málum.

 

Fyrr í dag vunnu Niðurlond í somu kapping stórsigur 41-26 (22-14) á Rumenia. 

 

Leygardagin eru dystirnir hesir Noreg-Niðurlond og Danmark-Rumenia.