Denzel Dumfries skilir ikki at VAR kolldømdi niðurlendska málið

Kolldømda málið hjá Niðurlondum móti Fraklandi fær nógva umrøðu

Mynd: Scanpix

Fyrsti 0-0 javnleikurin í EM-endaspælinum var veruleiki í innleiðandi bólki D í Leipzig fríggjakvøldið, tá Niðurlond og Frakland fingu eitt stig hvør.

 

Men átti tað at verið fyrsti 0-0 javnleikurin í EM-endaspælinum hesaferð? Spyrt tú niðurlendingar siga teir nei, og fleiri onnur ivast eisini.

 

VAR-rúmið mátti brúka tríggjar minuttir um at kolldøma málið niðurlendski, Xavi Simons skoraði í seinna hálvleiki. VAR-rúmið metti, at niðurlendski, Denzel Dumfries forðaði og órógvaði franska málverjanum, Mike Maignan møguleikan at bjarga skotinum hjá Xavi Simons. Xavi Simons var sera vónbrotin. Sjáldan hava vit sæð ein meira vónbrotnan leikara aftaná eitt kolldømt mál. 

 

Við niðurlendska miðilin VI sigur Denzel Dumfries: - Eg standi við síðunnar av málverjanum, men ikki í skotbananum. Eg forðaði ikki málverjanum, og tí hann hevði ikki rokkið skotinum kortini. Tann veruleiki, at tað tók VAR-rúminum tríggjar minuttir til at taka eina avgerð boðar frá, at tað var ein ógvuliga ivasom avgerð. Eg segði eisini við dómaran, at talan var um eina torføra avgerð. Greiðir Denzel Dumfries frá. 

 

 

 

Mynd: Scanpix