Karmarnir vóru ikki serliga tespiligir, tá ið nýggjasta skipið í føroyska flotanum, havrannsóknarskipið Jákup Sverri, fekk navn á Skála.
Regn oysti niður fyrstu løtuna undir hátíðarhaldinum og vindurin var nógvur, hóast hátíðarhaldið var á byrggjukantinum í læ av tí seks hædda høga nýggja stásliga skipinum.
Mest hevur bygt skipið og tað var Mourits Mohr, stjóri, sum bjóðaði vælkomin og takkaði fyrifyri dygdararbeiðið, sum er gjørt umborð á skipinum, síðani skrokkurin kom higar úr Litava í september í fjør
Tað var kona landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Sólfríða Vestergaard, sum doypti skipið, sum seinni fór ein stuttan framsýningartúr á Skálafjørðinum.
Bæði veitarar, skipasmiðjufólk og Havstovan tykjast vera sera væl nøgd við skipið, sum tað sær út í dag.
Fult av allari nútímans tøkni, sum slík skip hava í dag, umborð á einum skipið, sum er 59 metrar langt og 13 metrar broytt.
Skrásetingin er eftir at fáa uppá pláss, tí tað er ósemja millum Sjóvinnustýrið og Fiskimálaráðið um talan er um eitt handilsskip ella eitt fiskiskip