Dreingirnir á Drekanum eru meistarar

Dreingir 17-18 ár: Fípan Fagra var akkurát undan Geytanum og tryggjaði sær harvið silvurkrónurnar í FM

Undan ólavsøku var Drekin fremst í hesi kappingini og harvið favorittur at vinna FM, og á Havnarvág í dag var eingin slingur í valsinum hjá óføru dreingjunum í Havnar Róðrarfelag.

 

Drekin var fyrstur á mál, og harvið er Drekin føroyameistari.

 

Í eina góða løtu var stórur spenningur, tá ið Drekin, Fípan Fagra og Geytin róðu mest sum stavn um stavn.

 

Men tá ið teinurin var umleið hálvrunnin, stakk Drekin seg undan, og eina løtu sá tað út til, at sigurin kanska fór at vera við einari bátslongd ella so. Men so svaraði Fípan Fagra aftur. Endaspurturin hjá klaksvíksdreingjum var rættiliga góður, men tað eydnaðist ikki at fáa Drekan aftur.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var øgiliga stór. Fípan Fagra og Geytin fóru um málið mest sum stavn um stavn.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

úrslit/rsf.fo

 

##med5##