Drotningin í Havn næsta hósdag

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur røðu fyri drotningini á Trappuni í Vágsbotni

Fyrrapartin hósdagin 15. juli stevnir kongaskipið Dannebrog gjøgnum Nólsoyarfjørð saman við sluppuni Westward Ho og róðrarbátum. Umborð á sluppuni spælir GHM. 

 

Kongaskipið leggur at á Bursatanga klokkan 10, har borgarstjórin saman við løgmanni og ríkisumboðnum heilsar uppá drotningina.

 

Kommunan hevur sett saman eina skrá, sum gevur borgarum í kommununi høvið til heilsa uppá drotningina, samstundis sum drotningin fær møguleika til at síggja og hoyra nakað av tí, sum rørir seg í føroyska høvuðsstaðnum í hesum tíðum.

 

Almenna vitjanin í Tórshavnar kommunu byrjar á middegi, tá drotningin kemur á Trappuna í Vágsbotni. Borgarstjórin heldur røðu fyri drotningini. Havnar hornorkestur spælir og Kamarkórið syngur. Eisini fer Ævintýraferðin at framføra. Aftaná tiltakið á Trappuni bjóðar býráðið ein bita á Hotel Hafnia.

 

Seinnapartin kl. 14 spælir orkestrið Ælabogin fyri drotningini, tá hon vitjar Skúlan á Fløtum. Umframt at hoyra um og síggja nýggja skúlan og listarverkini, fer drotningin at hoyra framførslur frá næmingum á skúlanum.

 

Síðani verður farið oman í Sjóvinnuhúsið, har greitt verður frá broytingini frá saltsilo til vitanar- og vinnumenningardepil. Eisini fer drotningin at hoyra um føroyska filmsframleiðslu og verkætlanirar Trom og Heartist. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir handar drotningini ein málning, sum hon hevur málað til hennara og bólkurin Sway fer at syngja.

 

Almenna vitjanin í Tórshavnar kommunu endar kl. 16 hósdagin.