Í dag verða tvær tær fyrstu 1/8 finalurnar til EM-endaspælið í Týsklandi. Klokkan 17 er tað Sveis móti Italia og klokkan 20 er Týskland móti Danmark. Her er upptaktin til seinna dystin.
Týskland – Danmark (20.00)
Leikvøllur: Signal Iduna Park, Dortmund
Dómari: Michael Oliver (England)
Sjónvarp: TV 2
Týsku vertirnir hava funnið formin júst til røttu tíð. Eftir ein vónbrot til HM í Katar og ein ár við venjingardystum, so er týska maskinan smurd til endaspælið á heimavølli. Tað eru tvær møguligar skøvur í lakkinum til dystin í kvøld. Jonathan Tah hevur leikbann og makkarin í miðverjuni, Antonio Rüdiger, er ivasamur.
Danmark hevur tvey kort at spæla. Tað fyrra er, at Danmark vann EM finaluna í 1992 móti júst Danmark. Tá við Peter Schmeichel í mál. Í dag eitur málverjin Kasper Schmeichel og kanska tað kann órógva týsku maskinuna.
Um tað ikki riggar, so hevði Týskland rímiliga stórar avbjóðingar av Sveis í seinasta umfarinum av bólkaspælinum. Sveis og Danmark er ikki bara lík, tá tað kemur til flagglitirnar, men eisini á vøllinum.
Danmark verður uttan Martin Hjulmand og Christian Eriksen er ivasamur. Tað skal spæla væl av, um Danmark enn er við í EM-endaspælinum, tá Nick Carter er liðugur at syngja á Voxbotni.
Væntaðar uppstillingar:
Týskland (3-4-3): Neuer - Kimmich, Schlotterbeck, Anton, Mittelstädt - Andrich, Kroos - Musiala, Gündogan, Wirtz - Havertz
Danmark (3-5-2): Schmeichel - Andersen, Christensen, Vestergaard - Bah, Nørgaard, Højbjerg, Eriksen, Mæhle - Wind, Højlund