Effo framleiðir nú vindorku

Effo hevur í dag keypt helvtina av felagnum Vindrøkt hjá Jóhan í Niðristovu.

- Hetta merkir, at Effo frá í dag framleiðir grøna orku, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo og sipar til vindmyllurnar hjá Vindrøkt í Vestmanna.

 

- Effo hevur nú veitt orku til føroyingar í nærum 100 ár. Nú er tíðin komin at taka eitt fet fram á grønari leið. Soleiðis sæð er hetta fyrsta fetið hjá okkum burtur frá oljuni sigur hann og vísir á, at Føroya Landsstýrið hevur sum mál, at øll orkunýtsla á landi skal vera grøn longu í 2030.

 

Hann sigur, at Effo hevur hækkað partapeningin í Vindrøkt við 2,2 milliónum krónum.

 

2,2 milliónir krónur røkka tó ikki langt tá vindmyllulundir og annað skulu útbyggjast. Janus Thomsen sigur tó, at hann væntar ikki, at at tak verður nakar trupulleiki at fáa fígging til ætlaðu útbyggingarnar hjá Vindrøkt.

- Vit hava hugt eftir teimum verkætlanunum, sum Vindrøkt hevur arbeitt við og vænta, at tað fer at bera til at finna fígging til hesar, sigur Janus Thomsen.

 

- Grøni spírin í felagnum er nú vorðin eitt sindur størri, og tað fegnast vit um, sigur stjórin.