“Ull er Føroya gull” er gamalt orðatak frá fornari tíð. Hóast ullin ikki er líka bráðneyðug í dag, sum hon var fyrr, so eru tað hóast alt fleiri ting, vit kunnu gagnnýta ullina til – eitt nú bjálving av húsum.
Kári Thomsen er arkitektur, og hann leggur stóran dent á umhvørvisvinarligar loysnir í sínum byggiverkætlanum. Hann er maðurin aftan fyri eyðkendu iglohúsini, Easy Domes, sum eru náttúruvinarlig bæði viðvíkjandi tilfari og orkunýtslu. Kári Thomsen brúkar natúrligar loysnir til bjálvingina av alternativu húsaloysnini, og hesum er seyðaull ein partur av.
- Seyðaull er hágóðska
Tær natúrligu bjálvingarnar hava nakrar serligar fyrimunir í mun til aðrar bjálvingar sum til dømis glas- og steinull.
- Tú fært ikki betri bjálving enn seyðaull. Seyðaull hevur tann fyrimunin, at hon kann halda uppá vætu og reinska inniluft. Haraftrat kann seyðaull eisini fyribyrgja eldsbruna, fortelur Kári Thomsen og vísir á tann burðardygga partin, sum seyðaull er góð fyri.
- Seyðaull er sera burðardygg uppá allar mátar. Hon brúkar ein tólvtapart av orkunýtsluni, sum verður brúkt til glas- og steinull. Ullin kann hágóðskast og er alt ov góð til at koyra burtur, og tað krevur nógvar litrar av olju fyri at brenna seyðaull, og hetta er dálkandi fyri umhvørvið.
##med1##
Hesi Easy Domes húsini, sum Kári Thomsen hevur teknað, eru bjálvað við náttúrubjálving
Ber til at brúka føroyska ull
Kári Thomsen vísir á, at føroysk seyðaull lættliga kann brúkast til bjálving uttan at verða viðgjørd ídnaðarligt. Ullin vigar nógv og søkkur tí, um hon verður brúkt sum bjálving til útveggir, tekju og skilaveggir. Men hon er væl egnað til vantrætta bjálving til gólv og loft.
Men tað er ein serlig mannagongd, sum mann má vera varugur við, um mann vil bjálva við føroyskari seyðaull. Ullin skal vaskast væl við sápu í heitum feskum vatni, so hon verður heilt rein. Síðani skal hon skolast væl og virðiliga í saltvatni. Aftaná hon er komin upp úr saltlakanum, skal hon turkast úti fyri síðan at turkast inni, so síðsta vætan kemur burturúr. Tað hevur stóran týdning, at eingin fuktur er í ullini.
Kári Thomsen skilir ikki, hví vit í Føroyum ikki gagnnýta føroysku ullina betur.
- Tað er garrvilt, at føroyingar ikki gera meira við tað at brúka seyðaull til vatnrætta bjálving. Tað skilji eg ikki, sigur hann.
Ov kalt í Føroyum
Størstu fyrimunirnir við seyðaull og aðrari náttúrubjálving eru, at mann kann byggja uttan eina dampsperru (les meira um dampsperru í kassanum høgrumegin). Men Kári Thomsen ivast í, um tað ber til at sleppa heilt undan dampsperru í Føroyum og harvið gagnnýta allar møguleikarnar við náttúrubjálving til heil hús. Orsøkin er, at hitalagið er so kalt her.
- Ein fortreyt fyri at brúka hetta er, at mann hevur ein heitan útitemperatur, tí húsini skulu hitast upp frá sólini. Mann kann brúka tað í Føroyum á suðurvendar síður av húsum, har sólin stendur. Men mann kann ikki brúka tað á norðurvendar síður, tí tær verða jú ongantíð hitaðar upp, sigur hann.
- Vit burdu selt ull til Írlands
Kári Thomsen hevur bygt hús uttanlands við seyðaull og aðrari náttúrubjálving uttan dampsperru. Hann brúkar seyðaull til teir innastu fimm sentimetrarnar. Fyrsta royndin var í 2007 í Danmark, og tað hevur roynst sera væl. Royndin vísir seg enn at standa mát við ætlanini um ikki at brúka dampsperru, tí húsini rigga, sum tey eru ætlað, og væta kann ikki staðfestast í bygningskonstruktiónini.
Seyðaull verður framleidd í Írlandi og Eysturríki, og Kári Thomsen heldur ta írsku ullina verða ta betsu, tí har eru eingi plastfipur í, sum mann brúkar í Eysturríki fyri at fáa ullina at hanga saman. Hann heldur, at føroyingar eiga at samstarva við írar við at lata teir framleiða okkara ull í staðin fyri at blaka ullina vekk.
- Tað loysir seg ikki at framleiða seyðaull ídnaðarligt í Føroyum til bjálving, tí rávørugrundarlagið er slett ikki til staðar. Men vit áttu at savnað hana saman, gjørt hana reina, sent hana til Írlands og latið írar framleitt ullina fyri so at selja hana víðari, sigur Kári Thomsen.
##med2##
Fyrsta royndin hjá Kára Thomsen at lata byggja Easy Domes hús uttan dampsperru var hendan. Hesi húsini standa í Danmark
Um dampsperruna
Seyðaull og onnur náttúrubjálving geva tann fyrimunin, at mann kann byggja uttan eina dampsperru. Ein dampsperra forðar innliluft at fara út í konstruktiónina, og við tí verða orsøk til, at væta og seinri soppur og rot kemur í. Stein- og glasull vigar lítið og heldur ikki uppá vætu, og er tí neyðugt, at dampsperra verður brúkt.
Fleiri treytir skulu lúkast, um byggjast skal uttan dampsperru. Fyrst skal bjálvingin vera úr náttúrutilfari sum pappír, træ, hørr- ella nevndu seyðaull. Næst skal bjálvingartjúgdin ikki vera minni enn 40cm, og haraftrat skal vindtætta útsíðan á konstruktionini vera diffusiónsopin fyri vætu. Og víðari skal ein sokallað dampbremsa brúkast í innara partinum av konstruktiónini. Hendan forðar ikki vætu at sleppa út í konstruktiónina, men minkar um nøgdina og ferðina hjá vætuni at treingja inn í útveggin ella tekjuna. Tað er alneyðugt, at vindtætta útsíðan er diffusiónsopin, so væta kann treingja út gjøgnum veggin og út í fría luft.
Hesin háttur at byggja uttan dampsperru er enn ikki skipaður sum DS standard byggiháttur, men er í fyrireiking í ítøkiligum verkætlanum millum byggifyritøkur og granskingarstovnar, sum grunnar hjá RealDania og Maersk fíggja, sambært Kára Thomsen, arkitekti.
Um mann byggir uttan dampsperru, so er treytin, at mann brúkar náttúrubjálving. Náttúrubjálving sum seyðaull vigar meira enn vanlig bjálving, sum ger, at bjálvingin kann upptaka og halda uppá vætuna í einari konstruktión. Stein- og glasull vigar harafturímóti so mikið lítið, at ein dampsperra ikki er neyðug fyri at fáa rot í konstruktiónina.