Ein friðarlig nátt hjá løgregluni

Ein bilførari er tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og eitt brot var á skilhaldsreglurnar í Havn í nátt.

 

Í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna í Eysturoy, Havn og í Sandoynni, og her hevur ikki verið nógv at sett fingurin á.

 

- Í Eysturoy steðgaðu vit einum bili, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsevnum. Hetta málið fer at ganga sína gongd.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at bæði í Havn og í Sandoynni, har løgregan eisini var og vitjaði, vísti alt seg at vera í lagi.

 

- Her varð einki mál skrivað, segði vaktleiðarin í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at løgreglan eisini var sjónlig í náttarlívinum í Havn í nátt, og her hevði løgreglan eitt mál um brot á skilhaldsreglurnar.