Ein millión í streymloysi í Ukraina eftir álop

Yvir ein millión fólk í trimum vestaru økjum í Ukraina vóru uttan streym í dag

Fólk hava leitað sær skjól á eini metrostøð í Kiev undir russiskum álopum í dag. - Mynd: Alina Smutko

Tað siga lokal embætisfólk sambært tíðindastovuni Reuters.

Hetta er greitt, eftir at ukrainska elnetið hósdagin varð fyri einum stórum álopi, sum sambært Russlandi er eitt aftursvar upp á nýtsluna av vesturlendskum rakettum á russiskum øki.

Ukrainski orkuráðharrin, Herman Halusjtjenko, skrivar í einum uppslagi á Facebook, sambært tíðindastovuni AFP, at talan var um eitt "massivt fíggindaligt álop".

- Enn einaferð er orkuøkið undir massivum fíggindaálop. Tað eru álop á orkuverk um alt Ukraina, stendur í fráboðanini.

 

/Ritzau/

 


 

 

Fólk hava leitað sær skjól á eini metrostøð í Kiev undir russiskum álopum í dag. - Mynd: Alina Smutko