Sambandsflokkurin fer til val uppá at tryggja føroysku familjurnar.
Prísvøksturin í samfelagnum hevur við sær, at gerandisdagurin hjá okkum øllum er vorðin dýrari. Hetta ávirkar serliga sperdar barnafamiljur, sum hava torført við at fáa endarnar at røkka saman.
Tískil vil Sambandsflokkurin geva 1.000 kr. um mánaðin til hesar familjur og onnur, ið hava tørv á hesi hjálpini.
Umframt hetta vilja vit hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. og loftið á barsilsgjaldinum úr 25.000 kr. til 27.000 kr.
Familjan skal hava frælsið at skipa síni egni viðurskifti, og tí skal barsilstíðin leggjast til rættis av familjuni. Tað skal aldrin vera ein byrða, at hava eina familju, og tí vil Sambandsflokkurin altíð tryggja familjuna - serliga í hesum tíðum.
Vel tryggleika fyri familjuna - vel Sambandsflokkin
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum