Vit eru Føroyar. Landið, fjøllini, dalarnir og vøtnini eru okkara. Føroyar eru okkara land.
Okkara land at ráða yvir.
Vit stjórna okkara landi, og til at stjórna krevjast lógir, og við lógum skal land byggjast.
Í kjalarvørrinum av øktu ferðafólkamongdunum, sum árliga vitja okkara land, eru vit endaði í tí støðu, at galdandi lógir nærum dagliga verða brotnar.
Lógarbrotini verða framd av útlendingum, sum stundum eru feilkunnaðir um føroyska lóg. Hendan feilin eiga vit, og hann má rættast beinanvegin.
Ósemjur um hvør eigur hvat, og hvør sleppur hvat í egnum landi, hava stungið seg upp. Í dag eru vit vitni til tann ódámliga óvanan, at lógarbrotini í størri mun verða framd av okkara egnu.
Føroyingurin letst vera fyri órætti, nú hann er gjørdur varugur við galdandi lóg. Ein lóg, sum hevur verið hildin av føroyinginum síðani 1937, og undan henni, lógum sum tá vóru galdandi. Heilt aftur til landnám hava vit skipað ferðslu og virksemi í haga við lógum.
Við lógum skal land byggjast!
Vit ynskja øll frælsi. Frælsi yvir egnum likami, frælsi í nærumhvørvinum og frælsi í egnum landi.
Men við frælsi kemur ábyrgd, og øll hava vit ymsar tørvir. Egintørvur er sjálvsøkin, og sjálvsøkni uttan ábyrgd fyri avleiðingum, oyðileggur føroysku fólkasálina og føroysku náttúruna.
Geva vit eftir, í øllum samfelagsins rættleiðingum og lógum, eru vit ikki eitt fólk, land, ella tjóð longur. Tá eru vit lógloysingar, og við lógloysi kemur eirindaleyst sjálvsøkni og niðurbræðing av samfelagnum.
Við lógum skal land byggjast!
- Náttúran er vard av hagalógini.
- Stýrisformurin í føroysku høgunum er lógarfestur í hagalógini.
- Gongd í haga er skipað í hagalógini.
Hagalógin er galdandi og hagalógin er góð, og hagalógin forðar als ikki fyri ferðavinnuvirksemi í høgunum.
Misskiljingar og fremmandagering av høgunum, og tað teir standa fyri, forðar fyri gongd í haga.
Væntandi kunning um galdandi lóggávu, og væntandi virðing fyri aldargamlari vitan, forðar fyri gongd í haga.
Málið er einfalt. Lærið hagalógina við hús og í fólkaskúlunum. Skipið ferðavinnuvirksemi í teimum høgum, har óðalsbøndur og festarar vilja samstarv og ferðavinnu.
Verður hetta gjørt smbr. galdandi lóggávu, er trupulleikin loystur.
Trupulleikin, sum ikki átti at verið ein trupulleiki, er íkomin, av tí einføldu orsøk, at lógin ikki hevur verið fylgd.
Virðið hagalógina og virkið eftir henni. So einfalt er tað.
Hagastýri og seyðamenn kenna galdandi lóggávu. Teir eru eftirlitið á øllum hagamatriklum í landinum. Tað nýtist ikki at uppfinna eitt fíggjarligt tungt eftirlit á nakrari skrivstovu.
Føroyingar mugu standa saman.
Latið bøndur stýra høgunum og nýtið bøndurnar at samráðast um ferðaloysnir, har bøndur ynskja tað og latið bøndurnar fáa frið at vera bøndur, har teir ikki ynskja ferðavinnu.
Tá fara allir partar at nærkast. Tá fara vit øll, at taka eitt tak fyri landbúnaðinum og ferðavinnuni, har báðir partar ynskja tað.
Veljið rætt.
Veljið Tjóðveldi.
Veljið Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarfrøðing tann 8. desembur.