Árni Brandsson Petersen hevur bríkslað fyri síðstu ferð inni í Dal á Sandi, har B71 tíðliga seinnapartin hevði vitjan av TB.
Klæmint Olsen í B71 málinum og Anders Tønnesen í TB málinum vóru ongantíð í meskunum eftir bóltinum. Einki mál varð skorað, og harvið vóru bæði B71 og TB fyri fyrstu ferð í ár partur av javnleiki.
Tølini siga, at tað gekk javnt á. TB vann sjey hornaspørk, og B71 vann átta honraspørk.
Fyri einari viku síðani tapti B71 5-1 ímóti teimum næstbestu hjá B36, og avrikið í dag var væl frægari, enn tað var fyri einari viku síðani.
Markus Thorberg er venjari, og Gilli Rólantsson Sørensen er liðformaður á TB liðnum. Síðsta sunnudag endaði tað við trivaligum 3-0 heimasigri ímóti FC Hoyvík. Burtursæð frá danska málverjanum Anders Tønnesen og Musah Armah úr Ghana er TB liðið bara mannað við lokalum spælarum.
Á B71 liðnum vóru átta lokalir millum teir fyrstu ellivu, tá ið Tijani Mohammed Yakubu verður roknaður við. Hann var fyrstu ferð við B71 í 2011 og hevur verið við B71 øll árini síðani 2018.
B71 er á øðrum plássi við 10 stigum fyri fimm dystir, og TB er á fimta plássi við sjey stigum fyri fimm dystir.
Um eina viku fer B71 at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy, og tá fer TB at spæla á útivølli ímóti NSÍ.