Fekk treytaða frádøming fyri at koyra 59 km um tíman

Tað er at ansa sær, tá tú koyrir í sonu, har ferðin er niðursett

Tá løgreglan kannaði ferðina í einum øki í Vestmanna, har ferðin er niðursett til 30 km um tíman, vórðu fimm mál skriva. Fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið, og tað fingu teir fyri at koyra ávikavist 46, 47, 47 og 50 km um tíman.

Verri var hjá tí fimta, sum varð máldur til at koyra 62. Men tá løgreglan trekkir teir vanlgu 3 km um tíman frá, varð hann sektaður fyri at koyra 59 km um tíman. Men tað gav honum eina treytaða frádøming av koyrikortinum.

Tað soleiðis, at tá ferðin er niðursett, í hesum føri til 30 km um tíman í mun til 50, sum er tað vanliga í bygdum øki, so er treytirnar eitt sindur harðari. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.

Tað vanliga er annars meira enn 20 km um tíman fyri at fáa klipp og meira enn 30 km um tíman fyri at fáa treytaða frádøming. Tað er galdandi við vanligu ferðmørkini, 50 og 80 km um tíman.