Eitt sindur um asfalt og betong

Hvat man vera nakað av tí feitasta við at vera politikari? Tað má uttan iva vera at síggja nýggj, spennandi byggjarí. Stovnar, skúlar, tunlar og vegir, ið tú hevur verið við til at seta á breddan, arbeitt fyri og skotið í gongd. Alt gott um tað. Tað skilja øll.

 

 

 

Hinvegin man viðlíkahald av øllum hesum vera minni feitt at fáast við. Men tað ger tað ikki minni neyðugt.

 

 

 

Vit hava fleiri stovnar, sum fella í órøkt, nakrir vegir, sum eru nærum lívshættisligir at koyra á, og nógvir almennir bygningar eru ótíðarhóskandi til endamálið. Inniklimaið er ikki nóg gott, og fleiristaðni er ikki atkomiligt fyri fólk, ið bera brek.

 

 

 

Tað er sjálvandi ikki í lagi - og pengarnir eru har.

 

 

 

Laura Apol,

 

valevni fyri Javnðarflokkin til løgtingsvalið