Elbilar eru meira atkomuligir enn áður

Tøknin gerst alsamt betri, og útboðið av elbilum er voksið nógv seinastu árini. Hóast elbilurin er meira atkomuligur fyri breiðu fjøldina í dag, og tað er lættari at fáa bilin løddan, eru framvegis nakrar forðingar fyri, at elbilar gerast ein enn meira vanligur partur av føroysku ferðslumyndini. Vit hava fingið eitt prát við Martin Andreas Kruse, sum hevur stóran áhuga fyri grønum orkuloysnum

Elbilar eru á einum góðum støði, og elbilar líkjast meira og meira vanligu bensinbilunum. Tað sigur Martin Andreas Kruse.

Umframt at eiga elakfør.fo, sum selir Tesla bilar í Føroyum, eigur og rekur Martin Andreas Kruse eisini nýhugsan.fo, ið er ein bloggur, ið hevur til endamáls at varpa ljós á grønar orkuloysnir, orkupolitikk og burðardygd innan flutning, akfør og ferðslukervi.

 

Fyri ikki so nógvum árum síðani lá kostnaðurin fyri ein elbil uttan fyri tað, ið vanligi bilkeyparin hevði ráð ella hug at rinda fyri ein bil. Úrvalið av elbilum var eisini avmarkað, og av tí sama vóru elbilar meira at rokna sum ein servøra heldur enn atkomuligt umhvørvisvinarligt alternativ fyri bilistar.

Seinastu árini er úrvalið vorðið munandi størri, og alsamt fleiri bilaframleiðarar hava nú elbilar á vørulistanum. Hetta merkist eisini aftur á prísstøðinum, og elbilar kunnu nú kappast við vanligar bensinriknar bilar í prísi.

Sum dømi vísir Martin Andreas Kruse á nýggja id.3 bilin hjá Volksvagen.

– Volksvagen kemur út við id.3 bilinum nú. Hann er, sum teir sjálvir siga tað, príssettur sum ein væl spekkaður Golf. Id.3'arin er sum teirra triði bilur til fólkið. Fyrst kom boblan, síðani kom Golfurin, og id.3'arin er skiftið hjá Volksvagen til ein grønari bil.

Fleiri bilaframleiðarar eru eisini farnir at framleiða vanligu bilasløgini í el-variantum, soleiðis at kundin sjálvur kann gera av, um hann vil hava ein bensin- ella elbil, sigur Martin Andreas Kruse.

Samstundis fært tú løtuni afturborið MVG'ið av einum elbili, og hetta merkir, at keypir tú ein nýggjan elbil fyri meira enn 350.000 krónur, fært tú í mesta lagi 70.000 krónur aftur, ger Martin Andreas Kruse greitt.

 

Bilarnir skulu løðast við hús

Battarítøknin hevur ment seg nógv seinastu árini. Menta tøknin hevur við sær, at brúkarin nýtist ikki longur at hugsa alt ov nógv um hvørt bilurin megnar at koyra ein ávísan tein upp á battaríið, tí battaríini megna meira, enn tey gjørdu fyrr.

– Bilarnir eru á fínum støði. Battaríini eru stór nokk, og tú fært næstan ikki ein nýggjan elbil, sum ikki kann koyra frá Havn til Klaksvíkar tur-retur og aftur til Klaksvíkar, áðrenn tú skalt løða.

Almennu løðistøðirnar koma sjálvandi væl við, men høvuðsendamálið hjá teimum er at tryggja, at bilurin hevur nokk av orku til at koma heim - ikki til at løða bilin fullan.

– Tað handlar í grundini um at koma heim, soleiðis at tú fært løtt bilin til dagin eftir. Tað er ikki so, at tær nýtist at løða heilt til 100 prosent á battarínum hvørja ferð, tú skalt bara løða nokk til at koma heim, sigur Martin Andreas Kruse, og sipar til, at bilarnir standa vanliga og løða um næturnar.

 

Felags P-pláss eru ein avbjóðing

Keypir tú ein elbil, skalt tú eisini hava eina løðistøð. Tað er tekniskt møguligt ikki at hava eina løðistøð og at brúka almennu løðistøðirnar ístaðin, men hetta er dýrari enn loysnin við heimaløðing, umframt at tað er rættiliga ópraktiskt.

Løðistøðirnar fáast til láns frá SEV, og í løtuni er tað ókeypis, men kostnaðin fyri at seta løðistøðina upp rindar brúkarin sjálvur.

Harumframt skalt tú eisini rinda fyri ein málara, ið bert mátar streymnýtsluna hjá bilinum og hitapumpuni. Tann streymurin er bíligari enn vanligi húsarhaldsstreymurin, og tí er neyðugt hjá SEV at skyna mun á streymnýtsluni. Hevur tú frammanundan hitapumpu, hevur tú eisini málaran, og tá sleppur tú sostatt undan at gera ta íløguna.

– Tú skalt draga kaðalar og seta støð og málara upp, og tað er ikki ókeypis. Tann kostnaðurin avhongur av, hvussu langur kaðalin er frá transformatorstøðini ella málaranum. Stendur garagan langt burturi frá húsunum, og kaðalin skal vera langur, so kann tað enda uppi á 16.000 krónum ella líknandi. Men vanliga skalt tú rokna millum 8.000 og 12.000 krónur, sigur Martin Andreas Kruse.

Í sambandi við løðistøðirnar hevur kortini ein trupulleiki stungið seg upp hjá teimum, ið búgva í íbúðarblokkum og aðrastaðni, har parkeringsplássini eru felags.

Hetta er í grundini ein spurningur um, hvør skal gjalda rokningina fyri at seta upp løðistøðirnar, sigur Martin Andreas Kruse.

– Hevur tú ikki eitt oyramerkt parkeringspláss, er tað trupult at seta eina løðiðstøð upp. Har hevur SEV gjørt greitt, at eigarafeløgini mugu gera av, hvussu løðistøðirnar skulu setast upp. Og tað kann vera eitt sindur knortlut, um bert tvey fólk í einum eigarafelag hava elbil, men eigarafelagið skal gjalda, fyri at tey kunnu fáa eina løðistøð til elbilarnar, sigur Martin Andreas Kruse og leggur aftrat, at har má onkur broyting til.

– Býrt tú í einum blokki og hevur ikki møguleika at seta eina løðistøð upp, so mást tú hava eina almenna løðistøð. Tú kanst gera, sum BankNordik hevur gjørt og seta løðistøðir upp á arbeiðsplássinum. Tað sært tú eisini nógv í útlondum, at arbeiðspláss seta upp løðistøðir fyri at eggja teirra starvsfólkum at skifta til elbil. Tað er ein møguleiki.

 

Tað almenna má samstarva betri

Ein uppaftur størri trupulleiki, sum Martin Andreas Kruse hevur varnast, er, at alt ov lítið samskifti og samstarv er millum almennu myndugleikarnar um umskiftið til grønu ferðsluloysnirnar.

– Tað manglar, at tað er ein ætlan fyri alt Føroyar. Strandfaraskip landsins hevur keypt 38 dieselbussar inn komandi sjey árini, meðan SEV vil hava eitt grønt net. Hví keypa vit dieselbussar nú, og ikki battaríbussar? Har er eingin samanhangur í ætlanunum hjá Strandfaraskipum Landsins, Landsverk, SEV og so framvegis.

Frægast hevði verið, um almennu myndugleikarnir í felag kundu leggja ætlanir fram í tíðina, soleiðis at meira samanhangur var í avgerðunum, metir Martin Andreas Kruse.