Elias skoraði fýra mál tá Kiel vann á Szeged á heimavølli

THW Kiel hevur fult stigatal aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum í Champions League

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld móti ungarska liðnum, Szeged í innleiðandi bólki B í Champions League.

 

THW Kiel vann dystin 35-32. Í steðginum var Kiel á odda 16-15. Kiel var á odda 32-26, men seinastu løtuna megnaði Szeged at pynta um úrslitið.

 

Elias skoraði fýra mál í kvøld, umframt at leggja upp til mál hjá øðrum. 

 

THW Kiel er fremst í bólki B saman við Aalborg. Liðini hava fýra stig hvør.

 

Tað er tætt millum dystirnar í Champions League. Heili 14 innleiðandi dystir skulu spælast, og komandi mikukvøld vera Elias og liðfelagarnir staddir í Norðurmakedonia fyri at spæla dyst móti Eurofarm Pellister.