Undan EM-finaluni millum Spania og Ongland á olympiska leikvøllinum í Berlin sunnukvøldið høvdu bæði Harry Kane hjá Onglandi, og Dani Olmo møguleikan at gerast EM-toppskjúttar.
Men hvørgin av teimum báðum skoraði, og tí vera tað seks leikarar við trimum málum hvør, ið mugu deila toppskjúttaheitið.
Tað er ikki komið fyri áður, at seks leikarar hava deilt EM-toppskjúttaheitið.
Umframt Dani Olmo og Harry Kane er talan um Ivan Schranz hjá Slovakia, Cody Gakpo hjá Niðurlondum, Jaman Musiala hjá Týsklandi og Georges Mkautadze hjá Georgia.
Bert 17 ára gamli, Lamine Yamal hjá Spania hevði flest assists - upplegg til mál - í kappingini. Lamine Yamal legði upp til fýra mál í EM-endaspælinum.