Málverjin setti eitt ótrúligt EM-met tá Portugal vann seg víðari

Slovenia gjørdi lívið strævið fyri Portugal í 120 minuttir

Mynd: Scanpix

Portugal er víðari til EM-fjórðingsfinalurnar, har teir fríggjakvøldið klokkan 20 skulu spæla móti Fraklandi á Volksparksstadion í Hamburg. Talan verður um eina endurtøku av EM-finaluni í 2016.

 

Portugal hevði eitt einastandandi tungt hoyggj við Slovenia, ið arbeiddi hart og stríddist væl í 120 minuttir.

 

Við støðuna 0-0 fekk Portugal í longdu leiktíðini, í 104. minutti ein gyltan møguleika at leggja seg á odda 1-0. 

 

Portugal fekk brotsspark, og aldarinnar besti portugisiski leikarin, 39 ára gamli Cristiano Ronaldo var settur at skjóta, men ein stórspælandi Jan Oblak í slovenska málinum bjargaði í stórum stíli.

 

Ikki so fáir viðleikarar máttu ugga Ronaldo í tí stutta steðginum millum hálvleikirnar í longdu leiktíðini. 

 

Stutt undan seinasta bríksli í longdu leiktíðin var tað portugisiski málverjin, Diogo Costa sum hevði eina fantombjarging, tá Benjamin Sesko hjá Slovenia var púra leysur.

 

Diogo Costa gjørdist eisini stóra hetjan í brotssparkskappingini. Hann bjargaði trý tey fyrstu brotsspørkini hjá Slovenia, og tá Cristiano Ronaldo, Bruno Fernandes og Bernardo Silva allir skoraðu hegnisliga var ikki neyðugt við fleiri brotsspørkum.

 

Diogo Costa setti eitt ótrúligt EM-met. Tað er aldrin komið fyri fyrr í einum EM-endaspæli, at ein málverji hevur bjargað trimum brotsspørkum. 

 

Slovenia skrivaði eisini søgu. Talan var um fyrsta EM-endaspælið, har teir vinna seg víðari úr bólkaspælinum. 

 

So um dysturin ikki gjørdist tann best spældi, so gjørdist hann søguligur á ymiskan hátt. 

 

 

 

Mynd: Scanpix