Týsdagin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti triðja og seinasta dystin í bólki D í EM-endaspælinum.
Dysturin í Sankt Jakobshøllini verður móti Danmark, ið higartil hevur vunnið 34-26 (16-13) á Kroatia, og 35-30 (19-15) á Sveis.
Hesaferð verður talan um eitt dómarapar úr einari sterkari evropeiskari ligu, nevnliga Ungarn. Tað skuldi avgjørt boðað frá góðari góðsku.
Marton Horvath og Kristof Altmar eita ungarsku dómararnir sum fara at hava ábyrgdina av ríkisfundinum í Sankt Jakobshøllini í Basel.